Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Bøkur

Ungu Føroyar: Út er komin skaldsøgan Tann blinda uglan eftir Sadegh Hedayat. Týtt hevur Lív Joensen. Lív hevur áður týtt t.d. nobelskaldini Salman Rushdie Mafhfouz.

Tann blinda uglan er søgan hjá einum penalarhúsmálara, sum eisini er frásøgumaðurin. Hann ber sínar makabru marrudreymar fram fyri skugganum á vegginum, sum líkist einari uglu. Frásøgnin er ikki í beinari tíðarrøð, hon endurtekur seg og myndar soleiðis fleiri løg og letur seg á henda hátt upp fyri tulkingum.

Hedayat, 1903-1953, var iranskur rithøvundur og týðari. Hann er kendasti iranski nútíðarhøvundurin og var ein hin fyrsti í Iran, sum skrivaði modernistiskt. Íblástur fekk hann serliga frá verkum hjá Rilke, Kafka, Poe, Tjekov og Maupassant. Tann blinda uglan er kendasta verk Hedayats og hevur verið kallað eitt hitt týdningarmesta bókmentaverkið á persiskum máli.

Bøkurnar hjá Sadegh Hedayat eru undir álopi frá islamistum og eru forbodnar í Iran.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo