Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Hesi 5 unna enn ikki sømulig kor til námsfrøðiliga starvsøkið.

Ístaðin fyri at viðgera útbúgving, ábyrgd, innihald og løn við Pedagogfelagið, so goymir Annika Olsen seg aftanfyri tómar fíggjarligar pástandir og almenn kjak um íløgur í tunlar, vegir og bústaðir - og sms’ar til miðlarnar ístaðin.

Um størsti starvsbólkur í Føroyum ikki trívist við sínum starvskorum, so er torført at ímynda sær nøgdar barnafamiljur í Føroyum.

Kristina Háfoss goymir seg eisini aftanfyri sms’um, og ístaðin fyri at taka ábyrgd fyri samráðingunum, so vísir hon til Henrik Old, sum júst hevur fingið sítt tunnilssjakk ígjøgnum á tinginum - fyri áleið sama kostna, sum skilir partarnar í lønarsamráðingunum.

Nær koma íløgurnar í bleytu virðini?

Nær koma íløgur í fólkið her á landi?

Nær rættast skeivleikin millum kynini?

Nær fær mann líka løn fyri líka útbúgving?

Hesi 5 á myndini – Annika Olsen, Pauli Tróndarson, Brandur Sandoy og Jógvan í Skorini fyri kommunurnar í Føroyum, og Kristina Háfoss fyri Fíggjarmálaráðið – sita hendur í favn og líða á.

#likalønlikautbugving

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo