Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Tónleikur

Árligi kórfestivalurin varð hildin í Løkshøll í Runavík í gjár har 14 kór kring landi luttóku. Konsertin í gjár varð, eins og undanfarnu ár skipað sum kórkapping, hvar ein dómsnevnd valdi 1. 2. og 3. bestu framførsluna

Umframt føroysku kórini hoyrdi fultsetti salurin í Løkshøll eisini stóra felagskóri við umleið 150 sangarum, undir leiðslu av danska kórleiðaranum, Tine Ohrt Højgaaard, syngja eina rútmiska sangskrá.

Tríggir dómarar valdu trý tey bestu kórini og framførslur teirra og úrslitið var soleiðis:

Nr. 1 : Tarira undir leiðslu av Jóhannes Andreasen
Nr. 2 : Gøtu kirkju ungdómskór, stjórna av Símun Hammer
Nr. 3 : Tórshavnar Kamarkór, dirigerað av Bernharði Wilkenson

Àhoyrarnir fingu eisini høvið at atkvøða fyri bestu framførsluni og valdi meirlutin: Gøtu Kirkju Ungdómskór hjá Símuni Hammer at verða tað besta

Tað serstaka fyri festivalin í ár var, at allur tónleikurin, sum kórini framførdu hevði norðurlendskum uppruna. Hetta tí at Nørønnafelagiðí ár fyllir 100 ár. Fyri hetta stigið gjørdi Norrønafelagið í Føroyum av fyrr í ár at heiðra Kórsambandi Føroya, sum fekk handað gávu frá felagnum.

Tey luttakandi kórini vóru: Xperiment úr Havn, Miðnámskórið av Kambsdali, Tarira úr Havn, Kórið í Christianskirkjuni, Gøtu kirkju ungdómskór, Kór Glyvra kirkju, Morgunkórið, Tórshavnar manskór, Vestmanna sangkór, Havnarkórið, Glymur úr Havn, Fuglafjarðar sangkór og Tórshavnar kamarkór.

Kórið Eystanljóð og Kórsamband Føroya stóður fyri Kórfestivalinum 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo