Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Innlendis ítróttur

Tað gjørdist TB og Fleyr sum tryggjaður sær hálvfinaluplássini í bólki 2 í steypakappingini í flogbólti.

TB vann í gjár 3 – 0 á Mjølni í Trongisvági við settúrslitunum 25 – 19, 25 – 15 og 25 – 13, meðan Fleyr í dag vann 3 – 0 á ÍF við settúrslitunum 25 – 8, 25 – 15 og 25 – 23.

Hetta viðførur hesar hálfinalur í Høllini á Hálsi hin 2. Januar:TB sum vinnari í bólki 2 skal spæla ímóti SÍ, sum gjørtist nr. 2 í bólki 1, meðan Fleyr skal spæla ímóti vinnaranum í bólki 1, sum gjørdis KÍF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo