Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Teistin fer ikki aftur í sigling aftur fyrr enn mánadagin.

Teistin, sum hevur verið á sleipisteið í Havn síðan 2. september, skuldi fara aftur í sigling í dag, men av at arbeiðið er seinkað, fer hann ikki aftur í sigling fyrr enn mánamorgunin.

Hesum boðar Strandferðslan frá í dag.

Ternan røkir farleiðina um Skopunarfjørð fyri Teistan, og Jósup røkir farleiðina um Nólsoyarfjørð fyri Ternuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo