Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Innlendis ítróttur

Her hevur Teitur júst bjargað eini vandamiklari roynd hjá norðmonnum

Eitt sum føroyska landsliðið hevur manglað seinastu mongu árini, er at hava ein málverja, sum er førur fyri at fáa bóltin yvir um miðjuna.

Og her er Teitur Matras Gestsson, nýggi málverjin hjá Føroyum, í heimsflokki og kann sammetast við De Gea og danska málverjan hjá Leicester, Schmeichel, sum hava ótrúlig útspark, eins og Teitur Matras Gestsson.

Í dystinum móti Spania vísti Teitur hvussu týðandi tað er, og aftur í dystinum í kvøld móti Noregi hevur hann víst sítt góða og neyva útspark, heilt inn móti sekstanmetrinum hjá norðmonnum.

Tað er heilt avgjørt neyðugt at føroyska landsliðið hevur ein málverja sum Teitur Matras Gestsson, sum kann seta spælið skjótt í gongd, langt inni á hálvuni hjá mótstøðuliðnum.

Sí dystin her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo