Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Fyrispurningur um manglandi tilboð á serbreyt til næming við serligum tørvi,  sum er liðugur við fólkaskúla, settur landsstýrismanninum í undirvísingarmálum, Honnu Jensen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
 
1. Er tað veruliga so, at samlaða játtanin til serundirvísing stórt sæð ikki er økt seinnu árini? Og at so hvørt nýggju tilboðini á Miðnámi eru skipað, er játtanin fingin til vega við at skarva av teirri játtan, ið annars var til serundirvísing í fólkaskúlunum?

2. Hvussu nógvir umsøkjarar til Miðnám á Kambsdali, at byrja eftir summarfrítíðina 2019, hava fingið noktandi svar?

3. Hvussu nógvir av hesum søktu inn á “Serligt skipað Miðnám”?

4. Tann 26. mai í ár fingu øll løgtingsfólk, umframt Almannamálaráðið, Mentamálaráðið og Almannaverkið teldubræv frá foreldrum, búsitandi í Runavík, sum gjørdu vart við, at sonur teirra, sum hevði serligan tørv, ikki kundi fáa nøktandi skúlatilboð eftir loknan fólkaskúla. Hvør er orsøkin til, at Miðnámsskúlin á Kambsdali ikki metir viðkomandi næming við serligum tørvi (autismu) vera egnaðan til upptøku?

5. Er tað støðan hjá tí ávísa næminginum (manglandi/skert talumál) sum ger, at hann onki tilboð fær?

6. Hvat heldur landsstýrismaðurin um støðuna hjá næmingi og foreldrum?

7. Foreldrini hava frá Almannaverkinum fingið at vita, at Almannaverkið fer at bjóða teimum eitt ”mennandi námsfrøðiligt tilboð” tó ikki skúlatilboð. Hvussu skal hetta skiljast? Og kann hetta væntast at gera hann betur skikkaðan at verða upptiknan komandi ár?

8. Foreldrini hava spurt seg fyri hjá lokalu skúlamyndugleikunum, um tað er møguligt, at sonur teirra gongur eitt ár afturat í fólkaskúlanum. Hetta fyri at hann ikki skal missa sínar bókligu førleikar. Tey hava fingið noktandi svar. Heldur landsstýrismaðurin tað vera í lagi, at teir førleikar, næmingurin hevur vunnið sær eftir 10 ára skúlagongd, ikki vera hildnir viðlíka – serliga við atliti at møguleikanum at verða upptikin á Miðnám komandi ár?

9. Metir landsstýrismaðurin tað vera í lagi, at teldupostur, sendur Mentamálaráðnum tann 26. mai 2019, enn ikki er svaraður (brot á fyrisitingarlógina)?  

Viðmerkingar
Teldubrævið, sum víst er til omanfyri, var eitt neyðarróp, tí myndugleikin ikki kundi tryggja soni teirra framhaldandi menning til eitt virðiligt vaksnamannalív.   Fyri at fáa gongd á málið verða oman fyri nevndu fyrispurningar settir landsstýrismanninum.
 
Á Løgtingi, 21. juni 2019
Jacob Vestergaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo