Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Politikkur

Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin hava seinastu dagarnar kappast um at siga, hvat teir ikki fara at gera á fólkatingi, og hvat Tjóðveldi ikki skal gera.

Raskastur var Javnaðarflokkurin fyrr í dag í útvarpinum.

Flokkarnir báðir hava sagt "ikki" so ofta, at stórur vandi er fyri, at kemur annar teirra í ein fólkatingssess, verður hann tómari og hugsjónarleysari enn tann hjá Sjálvstýrinum.

Teir vilja ikki tosa um sambandið millum Føroyar og Danmark.

Teir vilja ikki tosa um sjálvsavgerðarrættin og ST.

Teir vilja ikki tosa um sjálvberandi búskap.

Teir vilja ikki mótmæla blokkhækking.

Teir vilja ikki tosa um sjálvstøðugan uttanríkispolitikk.

Teir vilja onki og ætla at vera passivir, sum Sjúrður Skaale endurtekur upp í saman.

Vit hava sæð hetta fyrr, tá hann var grundarlagið undir reyðu stjórnini, sum hoknaði undir trýsti úr ES og stongdi allar havnir fyri føroyskum skipum.

Tá helt umboðið hjá Javnaðarflokkinum hondina yvir stjórnini, meðan ES undir danskari leiðslu fór í búskaparligan hernað móti Føroyum.

Tað høvdu vit í Tjóðveldinum aldrin gjørt! Vit høvdu vart okkara egna land!

Vit ætla okkum at umboða okkara grundhugsjón um einar sjálvstøðugar og sjálvbjargnar Føroyar nátt sum dag.

Og vit fara dyggiliga at stríðast ímóti øllum atgerðum, sum avreiða føroysk tjóðarrættindi og skaða fortreytirnar fyri búskaparligari framgongd og sjálvbjargni í Føroyum.

Tí vit tala, tá hini eru passiv.

Javnaðarflokkurin hevur longu uttan treytir deponerað sítt mandat til eina reyða stjórn hjá Mette Frederiksen.

Vit hava sagt, at koma vit í ta støðu, at vit kunnu velja, peika vit á tann, sum vil staðfesta føroyska sjálvsavgerðarrætin hjá ST, so valdið í Føroyum ómissandi liggur hjá okkum.

Tað gera vit, tí Javnaðarflokkurin røkir ikki sína uppgávu hesum viðvíkjandi á fólkatingi. Hann er passivur.

Og hann hevur bluffað í 10 ár – saman við Fólkaflokkinum – um, at málið um sjálvsavgerðarrættin var avgreitt frá donsku stjórnini til ST.

Farna valskeið avdúkaðu vit bluffið, tá danski uttanríkisráðharrin svaraði, at fólkatingið hevur evsta vald í Føroyum.

Hann segði enntá, at Danmark hevur onga ætlan um at fráboða nakað annað til altjóða samfelagið.

Undirbrotligur passivitetur og fake news tryggja okkum onki vald.

Savnist tí um eina frælsa rødd á fólkatingi!

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo