Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

- Hjartaliga til lukku við hesum framúr avriki og bragdi, sum tit í U17 landsliðnum hava framt í Gøteborg. Tit hava tikið allar Føroyar fyrst á bóli og so við storm! Eg skal viðganga blankt, at eg ikki hevði hugflog til at ímynda mær at tit fóru avstað við sigrinum í hesari kappingini, segði Gunvør Balle, varaborgarstjóri m.a., tá hon tók ímóti U17-hondbóltsdreingjunum á flogvøllinum.

- Tit komu – tit sóu – og tit sigraðu. Tit hava vunnið á bestu liðum og hondbóltstjóðum í Evropa. Tit hava flutt mørkini fyri, hvat vit halda, at vit sum ítróttatjóð megna. Tit megnaðu – og meira enn tað, tit vunnu sannførandi.

- Tað er fantastiskt at koma heimaftur á klettarnar við gullsteypi og gullheiðursmerkjum. Tit høvdu hetta so væl uppiborið, og einki er at ivast í, at hini londini virða tykkara úrslit eins høgt og vit – men hini londini hava eisini fingið eina ávaring um, at føroyskur hondbóltur hevur stóra framtíð og verður harður kappingarneyti tey komandi árini.

- Hetta er ikki komið av sær sjálvum. Hondbóltssambandið, feløgini og foreldrini ikki minst gera eitt stórt arbeiði soleiðis, at tit og Føroyar kunnu koma fram og vinna heiður. Stóra takk fyri tað.

- Støðan er tann, at øll tey hægstu í landinum eru á Gibraltar – løgmaður og varaløgmaður, sum eisini er ítróttarministar– og borgarstjórin í TK. Tì eri eg sera glað um at eg haldi feriu heima í ár og fekk heiðurin at taka ímóti tykkum við nøkrum orðum og einari lítlari gávu.

- Vit tosa øll um tað, vit vita øll av tí. Vit mangla ein heimavøll til landsliðshondbóltin, her krevst ein stórhøll. Gullið í Gøteborg sker hetta út í papp.

- Eg havi tosað við Anniku Olsen, borgarstjóra - hon letur endiliga heilsa - og eg skilji á lagnum, at landsins hægstu tosa um tykkara bragd, nú tey eru savnað til Oyggjaleikirnar og tey eru samd um, at nú skal smíðast. Tí føroyskur ítróttur skal hava neyðugu umstøðurnar til altjóða kappingar her heima.

- Og eg veit, at nógvar góðar kreftir eru longu í gongd og arbeiða við at fáa bygt eina stórhøll, eisini Tórshavnar kommuna. Øll vilja vit gera okkara, so at Føroyar um ikki so langa tíð kunnu bjóða heimsins bestu av á heimavølli.

- Góðu dreingir, takk fyri tær mongu góðu upplivingar, tit góvu okkum hesa vikuna. Vit hava øll lyft okkum uppfrá og vit vilja sjálvandi heiðra tykkum, nú tit komu heim. Og vit gleða okkum at fylgja tykkum og føroyska landsliðshondbóltinum víðari á leið. 

- Vit eru sannførd um, at fleiri góð úrslit koma í komandi árum, segði Gunvør Balle, varaborgarstjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo