Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Tónleikur

Eftir at hava ligið úti á tænastum sum Apple Music, Deezer, Rhapsody, Spotify og Tidal síðani jólaaftan, hava milliónir brúkt jólini til at hoyra The Beatles.

Sambært tí størstu stroymtænastuni, Spotify, stroymaðu brúkarar The Beatles-sangir 70 milliónir ferðir teir tríggjar fyrstu dagarnar, skrivar NRK.

Tann best umtókti sangurin var «Come Together» við um 2,3 milliónir spælingum.

Á listanum yvir mest spældu sangir finna vit eisini «Let It Be», «Hey Jude» og «Here Comes the Sun».

Spotify sigur eisini at 65 prosent av brúkarunum sum hoyrdu The Beatles vóru undir 34 ára gamlir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo