Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt
Lesarin skrivar

Í gjár vísti KVF eina video um útblaking. Upplýst bleiv, at hetta er tikið umborð á Næraberg, fyri viku síðan.

Eftir at hava forhoyrt meg ymsa staðni, er greitt, at flest allir vita, hvør maðurin er, sum hevur samskift við KVF. Vit hava eisini hoyrt um støðuna hjá manninum umborð á túrinum, men fara ikki at viðgera tað her.

Men orsaka av hesum skuldi maðurin ikki við aftur næsta túr.

Tað er undarligt at KVF velur at brúka henda mann soleiðis. Fyri henda mann vil tað siga, at hann ikki sleppur til skips aftur við nøkrum skipi.

Maðurin hevur við hjálp frá KVF oyðilagt sína framtíð. Tað er neyvan í trá við góðan fjølmiðlasið at oyðileggja sínar keldur.

Eg havi ikki eftirkanna tað, men onkur av manningini vildi verða við, at hann royndi at trekkja í land yvirfyri KVF.

Eftir stendur, at ein maður, sum hevði tað trupult, á túrinum og afturfyri eina góða, men hálva søgu, kláraði KVF at oyðileggja alt framtíðar sjólív hjá manninum.

So fara vit víðari.

Barbara Holm fortaldi at alt var við tað gamla umborð á Næraberg.

Vit hava fingið upplýst, at soleiðis er tað ikki. Mannagongdir eru broyttar.

Tí er ikki talan um útblaking.

Útblaking
Eg taldi umleið 40 sildir á dekkinum. Tá tað rennur út á sjógv, taldi eg umleið 10 fiskar og teir komu allir í einum og restina av tíðini kom ongin fiskur.

Tað kann ikki útihýsast at teir umleið 10 fiskarnir sum fara út gjøgnum lensiportri eru teir somu sum hinir 40.

Men lat okkum siga at tað eru umleið 50 sildir, sum fara í havið.

Næraberg fiskar umleið 3.000 tons í 14 dagar. Í mun til tað eru 5-10 kilo ikki nógv.

Vit síggja eisini, at teir fiskar, vit síggja á upptøkuni, ikki eru í góðum standi.

Næraberg hevur ikki mjølfabrik umborð og tí er valið í millum at frysta fiskin á myndini ella at koyra teir aftur í havið.

Liggja teir á dekkinum, so rotnar fiskurin og blívur til ormar. Ja, slíkar hvítar, sum skríða og flyta seg.

Um vit hyggja eftir lógini, so fingu vit nýggja lóg um Sjófeingi í 2017. Hon sigur í  § 44  Tað er bannað at blaka veiðu fyri borð. Landsstýrismaðurin kann gera nærri reglur um, hvørji fiskasløg koma undir hetta bann.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um skyldu at føra til lands onnur djór, plantur, havsúgdjór og sjófugl ella skyldu at boða frá ella skráseta tílíka hjáveiðu.

Lógin heimilar og áleggur Landsstýrismanninum at gera nærri reglur. Men tann kunngerðin er ikki gjørd.

Í staðin er ein kunngerð nr. 177 frá 2018, sum seinast broytt við kunngerð nr 84 14 juni 2019 um veiðu eftir svartkjafti. Her lesa vit í § 21. Tað er ikki loyvt at blaka ella sleppa veiðu útaftur. Somuleiðis lesa vit í sildakunngerð nr 32 frá 2019 í § 15. Tað er ikki loyvt at blaka ella sleppa fiski útaftur.

Út frá hesum kunnu vit sjálvandi siga, at kunngerðin hevur heimild í lógini, men vit síggja eisini, at tað ongantíð er tikin støða til hvat er loyvt og hvat ikki er loyvt.

Tí henda kunngerðin loyvir at svartkjaftur verður útblakaður um skip fiska upsa ella gullaks, men ikki tá ein fiskar svartkjaft.

Somuleiðis er í kunngerðini um svartkjaftaveiðu § 16-17 ásett at 2% hjáveiða av øðrum fiskasløgum er loyvd. Í Sildakunngerðini § 10 er eisini loyvt at hava 2% hjáveiðu.

Havandi hetta í huga, so eru vit har vit kunnu fáa advokatar at siga alt frá null prosent útblaking til minst 2% útblaking.

Harumframt er óalmindiliga greitt at myndirnar vísa at vit tosa um fáar fiskar, sum eru í vánaligum standi. Hesir fiskar kunnu bara frystast ella tveitast fyri borð.

Í Sosialinum 4 apríl 1996 tosaðu tey um at rúsdrekkaprísurin var so høgur at heimabryggj gjørdist meira vanligt.

Tá segði Álvur Zachariassen: Vit kenna okkum ikki tryggar at fara í kjallaran longur, uttan at verða mistonktir fyri at heimabrenna. Tá er tíðin komin at broyta ta lógina.

Mær tykir at soleiðis er eisini við lógini um sjófeingi.
 
Men tað sum harmar mest er at 5-10 kilo av sild skulu misbrúkast til at oyðileggja framtíðin á sjónum hjá einum manni som kom í eina óhepna støðu.

Eivind Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo