Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Løgtingið samtykti í dag málið um bíligari elprísir til hitapumpur og el-bilar. Hetta er eitt átak av mongum, sum skal eggja fólki at velja grøna orku. Eitt gott javnaðarmál, sum styrkir samhaldsfesti millum ættarlið. Men hetta er ikki síðsta átakið - næsta málið má verða at fáa allar bólkar við í grønu umstillingini.

Eitt gott javnaðarmál
Eitt av slagorðum Javnaðarfloksins er samhaldsfesti, og hugtakið kann fevna um fleiri viðurskifti. Til dømis kunnu vit tosa um samhaldsfesti millum lønarbólkar, kyn ella landamørk, og eisini kunnu vit tosa um samhaldsfesti millum ættarlið. Tá vit tosa um samhaldsfesti millum ættarlið er orku- og umhvørvispolitikkur av stórum týdningi. Verja vit ikki umhvørvið í dag, er eingin heimur at handa komandi ættarliðum. Tí er umhvørvispolitikkur eitt sjálvsagt javnaðarmál. Í orku- og umhvørvispolitikki okkara, hava vit orðað okkum soleiðis:  

Vit stremba eftir at gerast leys av fossilari orku og umhvørvisoyðandi evnum, samstundis sum vit eggja til at brúka alternativar umhvørvisvinarligar orkumøguleikar. Javnaðarflokkurin hevur eisini sum mál, at gransking innan burðardygd, orku og umhvørvi áhaldandi verður raðfest. Við at virka fyri burðardyggum vøkstri tryggja vit núverandi og komandi ættarliðum somu vælferð.

Málið um elprísirnar

Sum liður í arbeiðinum at flyta orkunýtsluna á landi til varandi orkukeldur, hava vit samtykt eina lógarbroyting í dag, sum snýr seg um at útvega landsstýrinum heimild til at góðkenna serligar elprísir fyri elnýtslu til hitapumpur og til el-bilar. Endamálið er at eggja til at fáa enn fleiri brúkarar av grønari orku. Tí at tað fer at loysa seg. Tað gevur ikki meining at økja um framleiðsluna av grønari orku, um vit ikki hava nóg mikið av brúkarum, sum gagnnýta grønu orkuna. Um el-bilar og hitapumpur løða um náttina, eru tey avtakarar av teirri vind- og vatnorku, sum verður framleidd um náttina. Alternativið er, at partur av grøna streyminum fer til spillis, tí vit enn ikki duga nóg væl at goyma henda streymin. Løða vit um dagin, tá ið onnur hava tørv á orku, brúka vit olju fyri at nøkta orkutørvin.

Lógarbroytingin er eitt av fleiri átøkum at skunda undir umlegging av upphiting frá oljuframleiddari orku til el-orku. Fyri fólk og fyri vinnu hevur tað týdning, at føroyingar verða minni og minni bundin av sveiggjandi oljuprísum, og at vit minka sum skjótast um dálkandi útlát frá oljunýtslu. Í sama viðfangi nærkast vit teimum avtalum, vit hava gjørt við umheimin um veðurlagsbroytingar, har endamálið er, at vit liva upp til París-sáttmálan eins og Heimsmálini hjá ST.

Nógv annað kundi verið gjørt til tess at røkka málinum at minka um orkunýtsluna – ikki minst at gera eitt átak at bjálva bæði privatar og almennar bygningar nógv betur.
 
Ikki síðsta gularótin
Kritikkurin av uppskotinum ljóðar nú, at lógarbroytingin bert er fyri tey ríku, sum hava ráð til hitapumpur og el-bilar. Tað er rætt, at talan er um kostnaðarmiklar íløgur, sum ikki øll hava ráð til. Tó at slík útgerð er MVG- og avgjaldsfrí. Orsøkin til at differentiera elprísirnar, heldur enn at lækka teir fyri allar brúkarabólkar, er, at skunda undir at flyta nýtsluna frá olju og bensini til el.

Við hesi ætlaðu tillagingini í prísskipanini verða hitapumpur og el-bilar meira javnsett við aðrar upphitingarskipanir og vanligar bilar, og tí kann henda broytingin vera avgerandi fyri tann, sum skal velja bil ella orkukeldu. Vit mugu ganga á odda at fáa fólk at velja varandi orkukeldur, tí tess vanligari tað verður, tess bíligari verður tað. Lagt kann vera afturat, at SEV longu hevur heimildina at lækka el-prísin um náttina, um SEV ynskir at gera tað. Til tess krevst ikki lógarbroyting.

Harafturat verður sagt, at henda lógarbroyting fer ikki at gagna øllum aldursbólkum, tí íløgan av góðum orsøkum loysir seg best at gera fyri yngra ættarliðið. Men við lægri el-prísunum fer tað at loysa seg betur at gera íløguna, eisini tá ein er komin upp í árini - serliga, um oljuprísurin aftur fer at hækka.

Tá hetta er sagt, so mugu vit ásanna, at tað er ávíst hald í kritikkinum. Tað er ov dýrt hjá fleiri eldri og lágløntum at skifta til grøna orku her og nú, og tí mugu enn fleiri átøk gerast. Hetta er ein gularót, sum fyrst og fremst snýr seg um umhvørvið, at gera tað meiri eggjandi at velja grøna orku og at gagnnýta alla grøna el-orku. Men hetta er ikki síðsta gularótin.

Næsta málið má verða, at fáa allar inntøkubólkar við í orkuumleggingina.

Helena Dam á Neystabø,
Forkvinna í tingbólki Javnaðarfloksins 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo