Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Politikkur

Fyrispurning frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um sjóvegis samferðslukervið.
 
Fyrispurningurin er soljóðandi:
 
1. Hvussu gomul eru ferjur og skip hjá Strandferðsluni, og hvat verður mett er restlivitíðin hjá somu ferjum og skipum?

2. Hvussu stórar upphæddir eru brúktar til viðlíkahald fyri strandferðsluflotan seinastu 5 árini, býtt upp á farleiðir/ferjur/skip og ár?

3. Hvørjar avbjóðingar og trupulleikar eru í løtuni á ymsu sjófarleiðunum hjá Strandferðsluni, og hvussu er ætlanin at loysa hetta upp á stutt sikt og longri sikt?

4. Eru ætlanir um at seta pening av á fíggjarlógini fyri 2020 til nýíløgur av ferjum og/ ella skipum, um ikki, nær so?

5. Eru lagdar nakrar langtíðarætlanir fyri nýíløgur til ferjur og skip hjá Strandferðsluni?
 
Svar til spurningar 1 og 2:

Strandfaraskip Landsins hava í mong ár víst á, at tørvur er á at endurnýggja flotan hjá stovninum. Við undantaki av Smyrli og Teistanum er allur flotin ótíðarhóskandi og óneyðuga dýrur í rakstri. Í 2017 gjørdi skiparáðgevarafyritøkan Knud E. Hansen eina støðulýsing um standin á SSL flotanum.  

Í niðurstøðuni skrivar skiparáðgevingarfyritøkan millum annað: “Samanumtikið kann sigast um flotan hjá Strandfaraskipum Landsins, at hann er rættuliga gamal við einum miðalaldri uppá 30 ár.  Aldurin ger seg galdandi á serliga tveimum økjum.  Annað er, at deyðvektin, lastaevnini, eru minkað rættuliga munandi, og hitt er, at tæringar í skrokkinum fara at gera um seg.” 

Øll frágreiðingin kann lesast á heimasíðuni hjá fmr.fo.

Svar til spurning 3:
Ein stórur trupulleiki hjá Strandfaraskipum Landsins er, at flestu skipini eru gomul og tæringur ger um seg. Samstundis økist trýstið á tænastustøðið. 

Í mai 2020 kemur nýggi eykabáturin hjá Strandfaraskipum Landsins, hann fær avloyst nøkur av skipunum, tá ið tørvur er á tí.

Landsstýrið arbeiðir við at finna eina loysn uppá, hvussu avbjóðingarnar kunnu loysast. 

Frágreiðingin hjá Knud E. Hansen geva skipunum “próvtøl”. Av 25 møguligum stigum, fáa skipini hesar metingar:

Sildberin   Ritan   Sam   Ternan   Teistin   Smyril
      7          10       10       15          20        24
 
Svar til spurning 4

Landsstýrið arbeiðir í løtuni við fíggjarlógini fyri 2020 og tað arbeiðið er ikki liðugt enn.

Svar til spurning 5
Í samgonguskjalinum stendur at “Avgerandi fyri trivnaðin er eitt gott samferðslukervi har oyggjarnar verða knýttar saman. Tí verður ein samferðsluætlan gjørd, har íløgur í tunlar, undirsjóvartunlar, vegakervi og ferjur verða raðfestar innanfyri langtíðar løgukarmin.” 

Næstu tíðina fer landsstýrið undir at gera langtíðar løgukarm og í tí arbeiðinum skal eisini leggjast tíðarætlan fyri útskifting av skipum hjá SSL.
 
Tinganes, 1. november 2019
Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo