Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Tekstlýsingar

Vegna farloyvi verður starvið sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla lýst leyst til setanar í tíðarskeiðinum frá 1. august 2019 til 31. juli 2020. Í skúlanum verða 37 næmingar í 1. – 7. flokki næsta skúlaár. Fýra lærarar starvast í skúlanum.

Um starvið
Fyrstilærarin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Hann skal virka fyri, at næmingar og lærarar trívast, skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim og í samstarvi við foreldrini  virka fyri, at næmingarnir fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

Harumframt skal fyrstilærarin vera førur fyri at skipa eina mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka fyri samábyrgd og ávirkan og tryggja, at lærarar skúlans hava umstøður fyri fakligari menning. Eisini skal fyrstilærarin skapa virðing fyri skúlanum og leggja dent á at menna skúlaskapin í kommununi.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava leiðsluroyndir.

Setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Velbastaðar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkunum 31.2 og 31.3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 3. juni 2019.

Umsóknin verður stílað til:

Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110  Tórshavn

ella við t-posti: mmr@mmr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi. Sí heimasíðu skúlans www.vel.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo