Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Innlendis ítróttur

Fýrverk við neystið hjá Róðrarfelagnum Knørri fyri Orminum Langa, sum vann Ólavsøkuróðurin, órógvaði tíggjumannafars róðurin, so hann skal rógvast umaftur klokkan 18.45, men bátsmanningarnar hava ongan hug til tað.

Har var eingin ivi - Ormurin Langi vann róðurin, Havnabáturin gjørdist nummar 2 og Suðringur nummar 3.

Bátsmanningarnar eru longu farnar at draga bátarnar upp.

Sambært Kringvarpinum, so vóru óvanliga nógv fólk til kappróðurin á Ólavsøku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo