Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Politikkur

Mynd: KVF

Viðv. uppskoti til løgtingslóg um sjófeingi.
 
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum legði 12. oktober 2019 fram uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi til almenna hoyring við svarfreist til tann 18. oktober.
 
Felagið Nótaskip hevur viðgjørt uppskotið. Av tí, at freistin at svara er stutt, verða viðmerkingarnar í hesum umfari avmarkaðar, men vit treyta okkum at kunna taka onnur viðurskifti upp undir viðgerðini av málinum.  
 
Vit kunnu sum heild taka undir við uppskotinum, tó at neyðugt er at gera ávísar broytingar.  Uppskotið gongur fleiri av okkara sjónarmiðum um verandi skipan á møti, eitt nú, at ov nógv viðurskifti verða ásett í kunngerðum, at uppboðssøla ikki er egnað sum amboð til at útluta kvotur, at skipanin við veiðiloyvum knýtt at skipunum er ein góð skipan, og at óneyðugt er at krevja, at ein fjórðingur av veidda uppsjóvarfiskinum skal seljast á uppboði.
 
Í stóran mun verður farið aftur til skipanina, sum var galdandi fyri 1. januar í 2018, og í  hesum sambandi heldur Felagið Nótaskip, at tær kvotur, sum vórðu tiknar frá gomlu eigarunum til uppboðssølu og menningarkvotur, í størri mun eiga at fara aftur til upprunaligu rættindahavararnar.
 
Ásetingarnar í grein 14 fara eftir okkara meting at elva til stórar trupulleikar. Í stk. 1 verður hildið fast við mørkini í verandi sjófeingslóg, sum eru:
 
Svartkjaftur  350.000 tons
Makrelur         90.000 tons
Norðhavssild   65.000 tons
 
Ein ávísur prosentpartur av hesum nøgdum skal seljast á uppboði sum langtíðar kvotur, ið seinni verða til varandi kvotur. Royndirnar við uppboðssølum higartil hava víst, at tað er torført at prísseta eitt so langt søluskeið, og tí verður torført at bjóða.  

Er heildarkvotan omanfyri hesi mørk, skal eisini tann nøgdin bjóðast út á uppboði og/ella setast av til vinnuligar royndir og verkætlanir. Harumframt skulu gomlu menningarkvoturnar upp á 8,5% eisini setast av til vinnuligar royndir og verkætlanir.
 
Ásetta markið fyri norðhavssild upp á 65.000 tons fer at geva stórar trupulleikar. Við teirri fyritreyt, at kvotan av norðhavssild lækkar við sama prosenttali, sum ICES hevur mælt til, so verður kvotan í 2020 umleið 111 tús. tons. Lata vit somu nøgd í tonsum til onnur lond í býti fyri botnfisk, so eru sløk 100 tús. tons eftir at býta út til vinnuligar royndir og verkætlanir, uppboðssølu, 3 og 8 ára kvotur og til gomlu rættindahavararnar.
 
Við rokniháttinum, sum er vístur í viðmerkingunum til lógina, skulu góð 20 tús. tons av hesi nøgd brúkast til vinnuligar royndir og verkætlanir. Tað er ein fimtingur av kvotuni, sum er tøk, eftir at býtt er við onnur lond, og tað gevur eftir okkara meting onga meining. Ein annar fimtingur skal seljast á uppboði, og tað er eftir okkara tykki eisini ein alt ov stórur partur. Tað avskeplar umsitingina av kvotuni at brúka 40 prosent til hesi bæði endamálini.
 
Tí mæla vit til, at hámarkið fyri norðhavssild verður sett ájavnt hámarkið fyri makrel, sum er 95.000 tons.
 
Í tilfarinum til galdandi lóg um fyrisiting av sjófeingi finna vit onga grundgeving fyri, at markið fyri norðhavssild júst skuldi verða 65.000 tons. Hetta tykist at vera eitt tilvildarliga valt tal, og tí eigur tað at verða broytt.
 
Kvoturnar av makreli og norðhavssild hava verið á umleið nakað sama stigi í meðal tey seinastu árini við eini nøgd beint omanfyri 100 tús. tons. Tí er tað eftir okkara meting ein sjálvfylgja, at markið fyri sildakvotuna í grein 14, stk. 1, eigur at verða hækkað upp til 95.000 tons. Tá verður roknistykkið fyri sildina meinlíkt roknistykkinum fyri makrel og svartkjaft. 

Í grein 38, stk. 1 er ásett, at ”tað er ikki loyvt at virka veiðu umborð á fiskiførum undir føroyskum flaggi uttan við loyvi frá Fiskiveiðieftirlitinum.” Í bólkinum nótaskip eru tvey framleiðsluskip, og vit halda, at tað er óneyðugt, at tey javnan skulu søkja um loyvi til at virka veiðuna umborð. Tí mæla vit til, at skoytt verður upp í stk. 1: ” tó so, at verandi fiskifør, ið innrættað eru til at virka veiði umborð, tá henda lóg fær gildi, kunnu halda áfram við at virka umborð uttan slíkt loyvi frammanundan”. 
 
Felagið Nótaskip
Jógvan Jespersen stjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo