Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Vinna

Viðmerkingar/hoyringsskriv til Løgtingsmál 36/2017 Uppskot til lóg um Veiðugjald.

Eg havi eingi áhugamál í vinnuni og fái onga løn frá nøkrum reiðara. Pápi er 81 ár og er á floti tá veður er, ella uml. 70 dagar árliga og avreiður fyri olju v.m.

Men sjálvandi havi eg, eins og so nógv onnur, áhuga fyri fiskivinnu.

Havi tí hugt nærri eftir einastu útrokning av Tilfeingisrentuni sum er almenn. Hendan bleiv í 2014 gjørd av búskaparráðnum við tølunum fyri 2012. Síðan hevur fiskimálaráðið gjørt somu útrokningar fyri árini frá 2013-2015. Talan er um at brúka samanteljingar av roknskapum fyri fiskiflotan, sum Grannskoðarafyritøkan Januar hevur gjørt.

TAÐ ER VERT AT HUGSA UM, AT HANS ELLEFSEN, SUM GJØRDI ÚTROKNINGINA FYRI BÚSKAPARRÁÐIÐ, HEVUR GJØRT ÚTROKNINGINA FYRI FISKIMÁLARÁÐIÐ. HANS ELLEFSEN STARVAST Í DAG Í FISKIMÁLARÁÐNUM.

Somuleiðis var Hans Ellefsen partur av bólkinum, sum gjørdi nýskipanarálitið. Johnny i Grótinum, nevndarformaður upplýsti fyri mær í samrøðu, at teir í nevndini høvdu gjørt simuleringar við at hækka lønina, úr 400 upp í 6-800.000 og at tað ikki broytti tað stóra.

Trupulleikin er, at tað bara er heilt fá sum hava verið við til hesar útrokningar. Tí verður ivaleyst trupult at síggja feilirnar. Ella kanska eingin við viðgangan feilirnar. Fekk upplýst (frá persóni sum eg ikki kann nevna) at fiskimálaráðið ikki vildi rætta onkran av feilunum tá víst var á teir.

Tað er soleiðis, at tað er einki fanans skil á útrokningini av tilfeingisgjaldinum. Tí havi eg sett nøkur meira realistisk tøl inn og onnur sum eru fullkomuliga skeiv eru skift út.

Hesar eru viðheftar sum pdf fílar. Sum sæst er hetta rokniarki sum fiskimálaráðið brúkar. Harumframt er ein kolonna við meira plausiblum og í ávísum førum røttum tølum.

Í Talvuni sæst at tilfeingisrentan í Barentshavinum er 180 mió. sambært Fiskimálaráðnum. Sambært útrokning við røttum tølum er talið negavtiv ella - 28 mió.

Fyri pelagiska flotan er støðan næstan tann sama. Har sigur fiskimálaráðið at tilfeingisrentan er 748 mió. Nýggja útrokningin við røttum tølum vísur at tilfeingisrentan er 310 mió. Av hesum skal manningin gjalda 81 mió. í tilfeingisgjaldi. Reiðarin skal gjalda 229 mió. Í hesi tøl er talt við, tað, sum longu er goldið.

Yvirlitið niðast í PDF fílinum vísur, at pelagiski flotin longu hevur goldið stórsta partin til landskassan.

Pelagisku skipini hava goldið 87 mió. í PF skatti, 129 mió. í tilfeingisskatti sum tilsamans er 216 mió.

Sostatt er munurin millum tað sum er goldið og tað sum gjaldast skal 12 milliónir krónur.

Viðmerkjast skal eisini, at hetta er sera einfalt. Tann sum hevur gingið 7 ár í skúla dugir at rokna hetta. Her eru ongir formlar. Bara  pluss og minus og ganga og dividera. Stóri kunsturin sær út til at verða at finna tey røttu tølini at seta inn í formilin.

Skal viðmerkja at eg lurtaði eftir 1 viðgerð av hesum uppskoti. Og tað var mikið skemtiligt at hoyra hvussu óluksáliga lítið skil løgtingsfólk hava fyri hesum. Høvdu tey so spurt. Men nei har var ikki nógv spurt. Heldur ikki um at í lógaruppskotinum stendur ikki at ónormalur vinningur skal indragast. Har stendur beinleiðis at allur vinningur skal inndragast.

Havi gjørt stutt av, men eg kann gott koma og greiða nærri frá hesum. Orsøkin til at hetta er gjørt stutt er heilt einfalt at limirnir í Vinnunevndini hjá Tjóveldi tykjast mær at verða pappageykar hjá sitandi Fiskimálaráðharra. Og Fiskimálaráðharrin gevur elendigar upplýsingar. Fyri ikki at siga at hann villeiður við vilja. Og tað sær ikki út til at umboð floksins í Vinnunevndini hugsa ein einasta sjálvstøðugan tanka, tí so høvdu tey kravt útgreina svar heldur enn at verja tað manglandi og villeiðandi upplýsing fiskimálaráðharrin kemur við.

Eivind Jacobsen
Strendur

Tilfeingisrenta Barentshav

Tilfeingisrenta Pelagisk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo