Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Politikkur

Fleiri fyrstuviðgerðir eru á skránni á tingfundinum sum byrjar klokkan 11.

Eisini verða munnligir fyrispurningar svaraðir. 

Fyrst á skránni er atkvøðugreiðsla um spurning sum Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi, setur Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um fiskivinnuna í Norðoyggjum.

Tingkvinnan vil millum annað hoyra hugsanina hjá landsstýrismanninum um viðurskiftini sum heild hjá ymsu pørtunum í fiskiflotanum í Norðoyggjum síðani samgongan tók við, hvussu inntøku- og manningarviðurskifti hava lagað seg og hvussu útlitini munnu vera hjá reiðarum og fiskimonnum í økinum í komandi tíðum. 

Til ber at fylgja orðaskiftinum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo