Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Tónleikur

Stóra Tjaldið spælir ein týðandi leiklut á Summar Festivalinum, og í ár eru týðandi betringar gjørdar í Tjaldinum.

Hitapumpur eru nú komnar í Tjaldið, og hetta hevur við sær, at tað er nakað heitari í Tjaldinum, og inniluftin verður eisini betri av størri luftútskifting.

Summar Festivalurin samstarvar við Sp/f Signar Kallsberg um loysnina, sum bæði tónleikarar, starvsfólk og gestir eru fegin um.

Í kvøld verða konsertir við eitt nú Lindu Andrews, Rana Nolsøe, Magna Christiansen og Danny & The Veetos í Tjaldinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo