Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Krutl

Veðrið hevur verið framúr seinastu dagarnar, nú Grækarismessa stendur fyri durum. Men tað er ikki bara blíða veðrið, sum er farið at búgva seg út til at taka ímóti tjøldrunum.

Á Býlingshúsinum millum Gilja í Hoyvík hava tey hesa vikuna havt evnisviku um tjaldrið og Grækarismessu.

Børnini hava millum annað málað eitt Tjaldur á kardúspappír.

- Tað er sera hugaligt at síggja børnini arbeiða við hesum várliga evni og stuttligt at síggja, hvussu ymiskt tey mála, sigur Jóna Guttesen, leiðari á Býlingshúsinum millum Gilja. 

Vit kunnu siga sum Jákup Dahl, tá ið hann í 1907 yrkti: Tjaldur, ver vælkomið til okkum heim.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo