Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Politikkur

Javnaðurin kom við Lykketoft, og nú kemur Sambandi við Lars Løkke.

Vit í Fólkaflokkinum trúgva upp á føroyingin og koma við A-liðnum.

Tjóðveldi læt donsku vaskikonuna rinda, tá Arge-maðurin í reinari sjálvsprofilering kom við Puigdemont til Føroya.

Danir rindaðu.

Nú er Tjóðveldi í øðini inn á at Sambandi kemur við Lars Løkke.

Danir rinda.

Mogens Lykketoft, sum var høvuðsstrategurin aftan fyri frontala og ódámliga álopið á Maritu Petersen, fyrrverandi løgmann í bankabjargingini, gjørdist heilt óskiljandi høvuðsnavnið á landsfundi Javnaðarfloksins í vár.

Danir rindaðu.

Vit í Fólkaflokkinum trúgva upp á føroyingin og vit bjóða fram A-liðið, sum er sterkasta manningin til Fólkatingsvalið.

Vel føroyskt, vel Fólkaflokkin.

Jørgen Niclasen,
valevni Fólkafloksins til fólkatingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo