Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Vit í Tjóðveldi stremba altíð eftir javnstøðu í allari umboðan floksins. Gjøgnum árini hava nógvar kvinnur umboðað Tjóðveldi í álitisstørvum í nevndum, í kommunum, á tingi og í landsstýri.

Tjóðveldi strembar altíð eftir at fremja javnstøðu millum kynini, bæði í uppstilling til val og í umboðan floksins á tingi, í kommunum og í landsstýri.

Ítøkiliga gera vit hetta við at lógirnar hjá Tjóðveldi tilskila greitt í §5 um javnstøðu, at í allari umboðan, herundir landsstýrisumboðan, skal javnstøða vera millum kynini.

Harafturat hevur Tjóðveldi í ásetingunum um uppstilling til val greitt tilskilað, at í uppstillingini skulu økisfeløgini, sum eru tey, ið finna valevni og stilla fólk upp til val, tryggja, at javnstøðan millum kynini verður best møgulig.

Vit hava í dag eina sterka og javna umboðan millum kynini í øllum liðum í flokkinum, og vit fara enn sum áður at stremba eftir at varðveita eina eins sterka og javna umboðan millum kynini eftir tey valini, ið standa fyri framman.

Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo