Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Tiltøk

Listafólk og onnur í Tórshavnar kommunu, sum fáast við mentanarligt arbeiði, hava aftur í ár høvið at gista í eina til tvær vikur í Villa Bergshyddan í Stokkhólmi.

Tórshavnar kommuna tekur lut í norðurlendskum høvuðsstaðarsamstarvi á mentanarøkinum saman við Helsinki, Oslo, Stokkhólmi, Keypmannahavn, Reykjavík, Nuuk og Mariehamn.

Stokkhólms kommuna býður íbúgvum í norðurlendsku høvuðsstøðunum at búgva í Villa Bergshyddan í styttri tíðarskeið í summarhálvuni og arbeiða við virksemi sínum.

Hesi kunnu t.d. vera høvundar, tónleikarar, sjónleikarar, myndlistafólk, tíðindafólk, granskarar og onnur, sum í breiðari merking fáast við mentan.

Kostnaðurin er 1600,- svenskar krónur um vikuna. Dentur verður lagdur á, at tey, sum fáa innivist í Villa Bergshyddan, knýta sambond við starvsfelagar í Stokkhólmi og á tann hátt veita sínámillum kunning og møguliga eisini fáa í lag samstarv.

Freistin at søkja er 12. februar 2017 og umsóknirnar skulu sendast til kultur(at)stockholm.se

Fleiri upplýsingar um stuðulin og umsóknarbløð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo