Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Merkisdagar

Øllum tykkum mongu, sum komu í Betesda, sum vóru við til at gera mær 75 ára føðingardagin hugnaligan og stórslignan, 30. januar, eitt kvøld, sum fer at standa ríkt í minninum, so leingi minnið er tøkt, takki eg hjartaliga.

Tøkk til Sangkórið í Ebenezer, Betesdakórið og 17 Sangarar, sum vóru við til at fylla hølið bæði við kórsangi hvørt sær og saman og ikki minni, tá holli felagssangurin rungaði.

Tøkk fyri gávur, gávur til trúboðarar ið virka úti í heimi, blómur, tøkk til tykkum sum ringdu, sendu teldupost og á messenger, sms’aðu og eisini tykkum, sum á FB sendu mær heilsanir.

Tøkk til øll tykkum, sum stóðu fyri og gjørdu samveruna aftaná so hugnaliga.

Hjartans tøkk øll somul.

Jógvan við Keldu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo