At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Mítt tastatur

Tá ið Miðlahúsið greiður frá sínum stóra lesaraskara, so eru hetta altíð stór tøl, og sum norðingar plaga at siga "ongar smalighoytir".

Í grein í Sosialinum í dag viðmerkir blaðstjórin Eirikur Lindenskov eina grein á VP, sum umtalaði Portal.fo og VP sum mest lisnu miðlar í landinum, tað vil siga beinleiðis forsíðuvitjanir.

Og tað er eisini satt sambært teimum tølum sum VP hevði hjá Portal.fo og VP.fo, og tølunum sum Google Anatytics vísur fyri heimasíðuna IN.fo.

Tølini eru bara viðvíkjandi vitjanum á heimasíðunum Portal.fo, VP.fo og so IN.fo. Tað vil siga tøl viðvíkjandi beinleiðis forsíðuvitjanum á áðurnevndu miðlum.

Og tey tølini siga at Portal.fo hevur yvir 70.000 brúkarar, meðan VP.fo hevur um 45.000 brúkarar. Í greinini í Sosialinum dugur blaðstjórin ikki eingang at skriva rætt, hann má broyta tølini og skrivar at VP hevur 40.000 brúkarar.

Tøl tala, men lúgva ikki. Tað ger Eirikur Lindenskov.

Og sambært tølunum hjá IN.fo, so eru tey gott 30.000 brúkarar á Google Analytics.

Blaðstjórin nevnur so eisini, hann klárar sjáldan at lúgva minni enn eina ferð, at tað skal vera løgið um KVF og Norðlýsið ikki eisini hava hægri tøl enn 40.000. (VP skrivaði ikki 40.000, men 45.000)

Men VP spurdi stjóran í Norðlýsinum, sum segði, at Norðlýsið hevði hægri tøl enn IN.fo, tað vil siga fleiri brúkarar enn 30.099, men ikki so stór tøl sum VP og Portalurin.

So blaðstjórin í Miðlahúsinum kann bara "lirka og lumpa" við tølum sum hann vera vil fyri sínum lesarum, men tølini frá Google Analytics tala satt - beinleiðis forsíðuvitjanirnar á IN.fo eru gott 30.000, og ikki 76.000 sum blaðstjórin droymur um í greinini í Sosialinum í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo