Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Krutl

Hugleiðingar hjá Torbjørn Jacobsen á vinnuátaki sum BankNordik skipaði fyri í høvuðssæti sínum fyri kortum.

Minnist, at abbi mín einaferð segði mær, at hann einaferð tíðliga í 1933 hevði latið seg í fínasta puss inni á Glyvrum, og var farin til Havnar við mjólkarbátinum. Úr Vágsbotni legði hann leiðina niðan í Føroya Banka.

Hann fekk orð á stjóran, sum tá var. Segði honum, at hann ætlaði at keypa skonnartina “Sannu” frá A/S “Markøre” í Vági, og um tað bar til at fáa fígging úr bankanum til keypið. Hetta var ringasta krepputíð, stutt fráliðið síðani keypsskálin fall í Wall Street.

Svarið var greitt og knapt, hann fekk onga fígging.

Tað kann nú vera at hetta var ein skilagóð avgerð hjá bankastjóranum, útlitini vóru ring, og borgarastríðið í Spania seinri gjørdi ikki støðuna á saltfiskamarknaðinum betri um hesa tíðina.

Ikki tykkum at siga, skiparar tá í tíðini toldu illa, at teir ikki fingu tað ígjøgnum, sum teir ætlaðu.

Hann lat seg í frakkan, og fór í somu øði á dyr. Her vóru ongi onnur ráð, enn at fara heimaftur við mjólkarbátinum – ongul í reyv.

Bolandi og grískur, við hondunum aftan bak, legði hann leiðina oman ígjøgnum Tórsgøtu. Í ringum skørum.

Komin nakað ávegis hittir hann Carl á Lag.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo