Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Fyrispurningur um fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
 
- Nær kann roknast við, at landsstýrismaðurin broytir galdandi mannagongd um fráfaringaraldur á almanna arbeiðsmarknaðinum og fremur nýggjar ásetingar hesum viðvíkjandi.
 
Viðmerkingar:
Í samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni stendur: “Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi.”

Hetta er í samljóði við tað, ið Landsfelag Pensjónista hevur víst á og hevur havt ynski um at fáa broytt, og sum Miðflokkurin av heilum huga hevur tikið undir við, soleiðis at vit fáa banna hesum áralanga mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.

Grundgevingin hevur verið, at tað eigur at vera førleikin og ikki aldurin, ið er avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.

Umframt tann fíggjarliga týdningin, ið ætlaða broytingin fer at hava við sær, er eisini umráðandi at leggja dent á tann trivnaðarliga týdningin fyri hin einstaka og samfelagsliga týdningin sum heild.

Tí er ynskiligt, at broytingin verður framd sum skjótast.

Tað er í hesum sambandi, at eg vil spyrja landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum 1. apríl 2013, eisini sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, sendi út rundskriv um fráfaringaraldur, nær hann sendur nýtt rundskriv út, sum er í samljóði við samgonguskjalið, og nær stig verða tikin til at broyta tænastumannalóggávuna samsvarandi.
 
Á Løgtingi, 7. oktober 2019
Tordur J. Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo