Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Vágatíðindi

Vága Floghavn tók fyrr í ár avgerð um at umbyggja verandi tornið, og at skifta út útgerðina hjá teimum, sum starvast í torninum við nýggja modernaða útgerð.

Tá ið flogbreytin bleiv longd, bleiv staðfest at AFIS-operatørarnir, sum m.a. fáast við at samskifta við flogførini og tyrlurnar, máttu fáa betur útsýni fyri at gera sítt arbeiði til fulnar.

Arbeiðstól og arbeiðsuppgávurnar hjá AFIS-operatørunum, er nú fluttar uppí ovasta partin av torninum, sum eisini er nýumvalt.

Gomlu samskiftistólini í torninum, og aðrastaðni kring vøllin og aðrastaðni eru nú eisini skift út. Hetta ger gerandisdagin hjá AFIS-operatørunum munandi lættari enn hann hevur verið.

Tað er bretska felagið, Copperchase, sum hevur framleitt fult talgiltu VCCS-skipanina, sum Vága Floghavn nú brúkar.

- Saman við starvsmonnum hjá Naviair og Vága Floghavn hevur Copperchase megnað, at halda tíðarætlan og fíggjarætlan í samband við arbeiði uppá  at skifta út, alla samskiftisútgerðina í torninum á flogvøllinum í Vágum.

- Tað er avgerandi fyri Vága Floghavn, at trygdin altíð er í hásæti, og at vit allatíðina arbeiða við at bøta um umstøðurnar rundan um flogvøllin. Nú hava vit roynt tólini í eina tíð,og tey liva fult upp til okkara forvæntningar, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo