Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Fyrstu fólkini runnu kring breytina á heysti 2008. Og síðani er hugurin hjá havnarborgarum at renna alsamt vaksin. Men nú mugu rennararnir og onnur, sum nýta Tórsbreyt, brynja seg við toli í nakrar dagar.

Mongu strikurnar á Tórsbreyt verða í løtuni málaðar á fyrsta sinni, síðani rennibreytin lat upp.

Valeri Bukrejev er úr Estlandi, og hann er komin til Føroya á mála breytina. Hann hevur drúgvar royndir og ferðast kring allan heim í starvinum. Valeri hevur verið nógv støð, kortini er hann ovfarin av, hvussu vælumtókt rennibreytin í høvuðsstaðnum er, og hvussu íðin fólk eru at renna og ganga á breytini.

Men fyribils mugu fólk halda seg burtur og virða arbeiðið, sum fer fram. Tórsbreyt er stongd, nú breytin veðrur málað. Fríggjamorgunin 7. juli letur Tórsbreyt uppaftur.

Myndin í erva: Valeri Bukrejev og Jens Ingolf Poulsen, vallavørður í Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo