Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Tórshavnar kommuna steingir dagstovnar gerandisdagar í sambandi við ráðleggingardagar hjá starvsfólkunum.

Klagarin metti, at foreldur hava eitt rættarkrav um ansing allar gerandisdagar, eisini tá ráðleggingardagur er. 

Sambært § 3, stk. 2 hava dagstovnar opið gerandisdagar í dagtímunum, men lógin ásetur ikki, at dagstovnar skulu hava opið hvønn gerandisdag.

Lógin hevur heldur onga allýsing av, hvat ein gerandisdagur er, og um ávísir dagar, sum t.d. jólaaftan og ólavsøkuaftan, ikki eru at meta sum gerandisdagar.

Umboðsmaðurin metti tí, at lógin ikki áleggur kommununum eina skyldu at hava ansingarpláss til taks allar gerandisdagar í árinum, sum t.d. í sambandi við ráðleggingardagar.

Umboðsmaðurin vísti á, at bæði í § 3, stk. 3 í dagstovnalógini og í § 3 í kunngerð nr. 62 frá 1. apríl 1993 um dagstovnar, dagrøkt og døgnstovnar fyri børn og ung, er tað landsstýrismaðurin, sum hevur heimild til ávikavist at áseta reglur og at góðkenna viðtøkur um virksemið á dagstovnum, m.a. nær hesir hava opið.

Av tí at eingin kunngerð er gjørd hesum viðvíkjandi, mælti umboðsmaðurin Mentamálaráðnum til at fáa greiðu á hesi viðurskifti.

Álitið kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo