Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Tiltøk

Fríggjakvøldið 25. mai klokkan 20.30 fer Tórshavnar Manskór, undir leiðslu av Bjarna Restorff og Kára Bæk, at hava sína árligu várkonsert í hølunum hjá Havnar Klubba.
Hetta hevur kórið gjørt á hvørjum ári síðan tað var stovnað fyri 32 árum síðan, og árið í ár er einki undantak í so máta.

Kortini verður konsertin í ár eitt sindur øðrvísi enn tær undanfarnu várkonsertirnar. Tær hava verið skipaðar sum slíkar konsertir vanliga plaga at vera tað, har kórið hevur sungið eina formliga skrá, og tá hon er komin at enda, er konsertin liðug.

Soleiðis verður ikki í ár. Hesaferð er konsertin býtt upp í ein formligan part, sum er skráin hjá kórinum, og ein óformligan part, har áhoyrararnir sleppa at syngja við. Tað vil siga, at konsertin hesaferð lutvíst verður skipað sum ein "sing-along" konsert, og er tað fyrstu ferð, at Tórshavnar Manskór roynir seg við einum slíkum tiltaki.

Konsertin verður skipað soleiðis, at kórið fyrst syngur helmingin av formligu skránni. So verður farið til "sing-along"-tiltakið, og tá tað er liðugt, verður stegðurin, sum hesaferð verður um 20 minuttir ella so. Eftir tað syngur kórið seinna partin av formligu skránni áðrenn konsertin endar. Reyði tráðurin í hesari konsertini - tá er "sing-along"-tiltakið íroknað - er, at talan bara er um heilt vanligar - og kendar - føroyskar sangir.

Hóast várkonsertin markerar endan av sangárinum hjá Tórshavnar Manskóri merkir tað ikki, at kórið fer í dvala til dagarnir aftur fara at styttast. Kórið er nógv umbiðið og hevur fleiri uppgávur gjøgnum summarið. Tann fyrsta er longu leygardagin 26. mai, klokkan 18, tá konsert verður saman við Nólsoyar Manskóri í Royndarhúsinum í Nólsoy. Hetta er eitt afturvendandi tiltak á skránni hjá báðum manskórunum í høvuðsstaðarkommununi.

Fyrst er tað tó Várkonsertin, sum stendur á skránni, og hon verður sum sagt í Havnar Klubba fríggjakvøldið, 25. mai klokkan 20.30. Kostnaðurin er 100 krónur. Hóast konsertin verður í ovastu hædd í Klubbanum, er eingin orsøk, m.a. hjá rørslutarnaðum, at setast aftur. Kórið ber so í bandi, at fólk ansar lyftuni, so eisini tey, sum á ein ella annan hátt ikki kunnu ella ikki hætta sær at taka tappurnar, sleppa at lurta.

Kórið vónar, at fólk møta fjølment, verður sagt í tíðindaskrivi,

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo