Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Tiltøk

Freista Føroyar teg, og hugsar tú um at flyta heim? Tórshavnar kommuna, Hugskotið, Setrið og Landssjúkrahúsið bjóða aftur í ár øllum útisetum til Tórskvøld á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Í ár verður Vinnuhúsið harumframt eisini við.

Í fjør leitaðu oman fyri hálvtannaðhundrað útisetar sær í Norðuratlantsbryggjuna at fáa kunning um starvs- og lestrarmøguleikar í Føroyum og at fáa viðkomandi kunning um at flyta heim.

Í ár fáa útisetarnir aftur høvi at netverka og at hoyra Ingunn Eiriksdóttir, miðfyrisitingarstjóra, greiða frá øllum tí, sum høvuðsstaðurin hevur at bjóða. Jónhild Rasmussen, umsitari í Hugskotinum, fer at tosa um at skapa egið starv í Føroyum. Umboð fyri Setrið fer at greiða frá møguleikum at gera lesturin lidnan í Føroyum. Umboð fyri landssjúkrahúsið greiðir frá møguleikum á Landssjúkrahúsinum, og Vinnuhúsið fer at kunna um tørvin á føroyska arbeiðsmarknaðinum og førleikar, sum arbeiðsgevarar spyrja eftir.

Umframt framløgur verður borðreitt við smáum brellbitum við føroyskum íblástri. Tiltakið er ókeypis.

Tórskvøld í Keypmannahavn verður á Norðuratlantsbryggjuni, Strandgade 91 í Keypmannahavn, 23. mars frá kl 19-22.

Nærri skrá kemur seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo