Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Krutl

Saman við lítlabeiggjanum Harry prinsi greiður William prinsur frá um seinastu telefonsamrøðuni við mammuna í nýggja dokumentarinum «Diana, Our Mother: Her Life and Legacy», sum verður sent í bretskum sjónvarpi í morgin.

Prinsarnir greiða frá, at teir spældu við síni systkinabørn, tá ið mamman ringdi úr París.

– Harry og eg skundaðu okkum at siga "hav tað gott", tú veitst, "vit hoyrast". Um eg visti tá, hvat fór at henda henni, so hevði eg ikki verið so líkaglaður. Hesa telefonsamrøðuna hugsi eg rættiliga nógv um og hon stendur so klár í mínum høvdi, sigur William prinsur sambært Daily Mail.

31. august eru tað 20 ár síðani Diana prinsessa doyði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo