Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Tónleikur

Total Hip Replacement eru ung, frísk og við upp á tað. Tá tey trýna á pallin, byrjar veitslan. Við glaðum tónum og góðum boðskapi endurtulka og sameina tey reggae, soul og funk við einum afrikanskum dámi. Total Hip Replacement fáa íblastur frá Bob Marley, The Black Seeds, Fat Freddy’s Drop og nútímans reggae úr New Zealandi. 

Tey hava spælt fleiri enn 200 konsertir og hava tey spælt nógv uttan fyri landoddarnar. Á veg heim úr Grønlandi og Íslandi leggja tey leiðina framvið Reinsarínum, og fyri at gera kvøldið fullkomið hava tey bjóðað Lyon Hansen við.

Lyon kom buldrandi á føroyska tónleikapallin í 2010, tá hann vann árligu Singer/Songwriter kappingina, sum var hildin í Kafe Kaspar. Longu í 2014 kundi hann aftur kalla seg vinnara, tá hann, saman við bólkinum The Colourstorm, vann Sement kappingina. Hann er voksin upp í tónlistarliga vakstrarhúsinum Grót, og telist millum okkara sterkastu og mest sermerktu røddir – tað fingu vit sjón fyri søgn, tá fyrsta og sjálvnevnda fløgan, Lyon, kom út í 2015. 11 sterkir sangir við broddi og sál. Fløgan varð sera væl móttikin. Men Lyon á konsert er ikki minni gott, røddin er framúr, gittarspælið gott, og á klaverinum er hann meistarligur.

So gleðið tykkum til eitt lívligt kvøld, leygarkvøldið kl 21, á Reinsarínum við tónleiki í heimsaklassa.

Skrá:
Kl. 21.00: Lyon Hansen
Kl. 22.00:Total Hip Replacement

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo