Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Hagstovan: Samlaði útflutningurin í 2017 var oman fyri 8,6 mia. kr. Av hesum vóru 8,4 mia. fiskavørur. Samanborið við 2016 var útflutningurin 7% hægri, og um vit bert hyggja at fiskavørunum, var vøksturin 9%.

Útflutningurin av laksi er vaksin bæði í nøgd og virði. Meðan nøgdin er vaksin 2%, er samlaða virðið av útflutta laksinum vaksið 6%.

Vit hava útflutt fyri 1,86 mia. kr. av makreli, sild og svartkjafti. Tað er ein vøkstur á 18%. Tað er serliga sild, vit hava útflutt meiri av. Í 2016 útfluttu vit sild fyri 400 mió. kr. og í fjør fyri 675 mió. Útflutningurin av makreli vaks 4% og er nú farin upp um eina mia. kr. Svartkjaftaútflutningurin minkaði 18% í mun til 2016.

Størsti vøksturin við 53% var í bólkinum fiskaúrdráttir. Meginparturin av útflutninginum í hesin bólkinum er fiskamjøl. Í fjør útfluttu vit fiskamjøl fyri omanfyri hálva mia. kr., tað er 250 mió. meir enn árið fyri.

Tey fýra fiskasløgini, laksur, makrelur, sild og svartkjaftur umboðaðu í 2017 tveir triðingar av samlaða útflutninginum. Verður úrdráttur av uppsjóvarfiski (fiskamjøl), tikin við, eru laksur og uppsjóvarfiskur næstan tríggir fjórðingar av øllum útflutninginum.

Trýst á myndirnar og tær verða størri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo