Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Andaktir

Skiftið millum árstíðirnar er ein sigandi myndatala um mannalívið. Várið umboðar føðing og barnaár.

Summarið avmyndar ungdómsárini í fagrasta blóma. Heystið boðar frá, at tilveran sum tilkomin og eldri er í nánd. Veturin er mangan boysin, eins og ellisárini sjáldan koma einsamøll. Tað fylgir oftast okkurt við árunum, ið minnir um eina avbjóðing.

Í summar sóu vit trøini bera stóra og vakra krúnu av grønum frískum bløðum. Hugtakandi, vakurt og lívsjáttandi. Meðan bløðini standa í blóma sæst bulurin á trænum valla. Vit hóma bulin og vita, at hann er har, men vit síggja ikki so sjónliga greinarnar, teirra skap og teirra festi í bulinum.

Nú trøini missa bløðini, sæst bulurin sjónskur og berandi. Vit síggja greinarnar. Bindið ella festið við bulin er sjónligt. Eitt træ, ið hevur mist bløðini og er vorðið nakið, staðfestir sannleikan, at tað er bulurin, ið ber greinarnar.

Sjálvt um trø eru ymisk í stødd og skapi – summi bera bløð ella nálir, onnur bera frukt – er líkleikin frá einum træi til annað eyðsýndur. Talan er um rót, bul, greinar og vøkstur.

Jesus nýtir træið sum mynd, tá ið hann skal lýsa Guðs ríki og sambandið ímillum faðirin, sonin og lærusveinarnar.

Guð er upphavið til lívið, og hann er tilverunnar útgangsstøðið. Vit vórðu myndað og skapað í Guðs mynd longu í móðurlívi. Tá ið vit vórðu fødd, vórðu vit borin til Guðs og løgd í hendur hansara, tí tað var tað besta, ið foreldur okkara vistu at gera. Kærleiki Guðs í Jesusi Kristi fevnir og ber hin einstaka allar dagar alt til veraldar enda.

Træið, ið Jesus nýtir sum mynd um seg sjálvan, er ikki stórt á vøkstri. Hinvegin er víntræið virðismikið, ja minnir um fullkomna menniskjansliga eydnu. Tað var høgt í metum, ja hægsta sæla, at sita undir einum víntræi og njóta tess fruktir.

“Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin.” Ikki eitt víntræ millum mong onnur. Jesus er hitt sanna víntræið. Hann er tann, ið gevur lívinum varandi innihald. Faðir Jesu er víngarðsmaðurin og røktar tað lendið, har træið er gróðursett við rót, buli og greinum.

Greinarnar, ið eru følnaðar og lívleysar, verða tiknar burtur, tí tær órógva vakstrarlagi hjá teimum frísku greinunum. Tær standa í vegin við atliti at plássi og ljósi. Tær verða burturbeindar og nýttar sum brenniviður.

Eisini tær frísku greinarnar verða kannaðar. Í einum víngarði verða greinarnar reinsaðar um vári.

Nyttuleysur vøkstur, t.d. kvistar og smærri útskot, verða skorin burtur. Hin burðardygga greinin skal ikki verða darvað av sínum egnu ódygdum. Greinin verður reinsað til tess, at hon kann bera meiri ávøkst.

Eins og greinin er á bulinum, soleiðis mega lærusveinarnir – og vit í dag – vera í Jesusi. Tað er lívsneyðugt, at vit kristnu eru í Jesusi. Er greinin ikki í samljóði við bulin og á bulinum, hevur hon ongan møguleika at bera frukt. Tí uttan kraftina frá Jesusi, kunnu vit ikki bera frukt ella ávøkst.

Orð Guðs og tala Jesu eru bæði lívgandi og reinsandi. Orðið gevur sálini kraft og føði, eins og rótin og bulurin halda lív í og geva greinunum føði. Orðið reinsar og lekir sál og sinni, um vit taka við Guðs orði og lata tað falla í góða jørð í hjørtum okkara í trúgv til trúar.

Víngarðsmaðurin og víntræið, lærusveinarnir og vit kristnu í dag. Alt hevur á ein hátt hvørt við annað at gera. Tá ið tað av Guðs náði eydnast teim kristnu at bera ávøkst samsvarandi trúgv og umvending, er tað menniskjum til signingar og Guði til heiðurs og æru.

Greinarnar á einum træið ganga allar inn á bulin. Eins satt er tað, at greinarnar hvør í sínum lagi hava sama endamál. Tá ið tær bera frukt, gagna tær menniskjum, ið kunnu njóta frukt træsins.

Vit skulu ikki standa hvør øðrum til svars fyri okkara trúgv. Guð, ið er víngarðsmaðurin, kemur loksins at meta um, hvørt vit eru ein livandi ella ein deyð grein. Vit skulu ikki meta um hvør annan og fara at lúka og tinna út í víngarðinum. Tað er Guðs gerningur at meta um og døma. Men, tað er okkara gerningur og avgerð, um vit lata Jesus fáa loyvi at metta okkum við tí mati, ið veitir føði til lívið um tíð og ævir.

Hin fullkomna gleðin er at finna ta løtu, tá ið Jesus er bulurin í okkara lívi. Uttan Jesus kunnu vit als einki gera. Saman við honum uppliva vit ta signing, at tað, ið vit skulu gera, er lagt til rættis fyri okkum. Í trúnni á Jesus verða vit borin at bera tær byrðar, ið vit sjálv skulu bera. Amen.

Orðið: “Eg (Jesus) eri víntræið, tit eru greinarnar.” (Jóhannes 15,5).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo