Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Politikkur

Fleiri føroyingar tykjast halda, at tað ongan týdning hevur, hvør umboðar Føroyar á Fólkatingi.

Hetta er bæði synd og spell. 

Líkasælan viðførir, at vit aftur hesaferð kunnu koma at senda tveir vinstravendar politikarar á Fólkating.

Tit mugu heldur ikki sita heima og trúgva veljarakanningunum.

Heldur ikki útmeldingini hjá KvF um, at Fólkaflokkurin longu nú hevur tapt valið.

Sambært veljarakanningunum í Danmark tyktist Lars Løkke at vera í trupulleikinum.

Hví?

Jú, tí borgaliga stjórnin hjá Løkke seinastu 4 árini hevur lækkað almennu nýtsluna 50 mia kr. Í Føroyum hevði hetta svara til 500 mió. kr.

Tað hevur týdning, hvør umboðar Føroyar á Christiansborg. Við at sita heima hjálpa tit ikki bara vinstravonginum í Føroyum.

Tit hjálpa eisini Sosialdemokratum, SF, Eindarlista, Alternativet og teimum Radikalu til at gera danska búskapin veikari.

Danski búskapurin, krónan, rentan, ratingin ávirka føroyska búskapin nógv. Tí hevur tað týdning fyri Føroyar, hvørjir danskir flokkar skipa stjórn.

Skula vit trúgva donsku veljarakanningunum kemur forrestin at henda tað sama í Danmark, sum hendi í Føroyum frá 2011 til 2015:

Okkara borgarliga samgonga styrkti føroyska búskapin við at minka landskassans hall eftir 2008 við 500 mió kr árliga til javnvág í 2016.

Avleiðingin bleiv, at føroyski vinstravongurin slapp til valdið.

Vit eiga at fyribyrja slíkum skifti við at senda eitt borgarligt umboð á Fólkating.

Stórsigurin hjá Lars Løkke á ES-valinum í gjár hendi beint ímóti øllum spádómum.

Hetta eigur eisini at eggja okkum at fara á val 5. juni.

Christian Andreasen,
Valevni hjá Fólkaflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo