Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Andaktir

Talan sum biskupur helt fyri Krúnprinsafamiljuni í Sandavágs kirkju 26. august 2018:

“Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki.” (Jóhannes 14.27).

Tann 5. desember 1943, ið var annar sunnudagur í advent, skrivar gudfrøðingurin Dietrich Bonhoeffer eitt bræv til vinmannin Eberhard Bethge, ið var prestur í tí Játtandi kirkjuni í Týsklandi.

Um tað mundið vísti annar heimsbardagi sítt týnandi andlit. Týska meginkirkjan var farin í part við teimum ráðandi í teirra útreinskan og atgerðum til tess at náa fram til eina reina ariska rasu. Jødar, samkynd og aðrir minnilutar vóru fyri atgerðum, sum kristnin eigur at taka frástøðu frá.

Longu áðrenn heimsbardagan vóru tað gudfrøðingar, ið tóku seg út úr tí valdandi kirkjuni og stovnaðu eina Játtandi kirkju. Tann Játtandi kirkjan vísti á etisk rættindi og grundsjónarmið, sum vit í dag meta sjálvsøgd, t. d. treytaleys virðing fyri menniskjum uttan mun til útsjónd, upphav og sannføring.

Vegna sín virkna leiklut í tí Játtandi kirkjuni var Dietrich Bonhoeffer í apríl 1943 settur í varðhald í Berlin. Hann var sannførdur um, at trúgvin á Jesus Krist átti at hava etiskar fylgjur, ið verða nevndar trúarinnar ávøkstur ella fruktir. Tann persónliga trúgvin skal hava almenn atlit og vera menniskjunum til gagns og nyttu.

Tað var honum umráðandi, at kristnin ikki var ein tigandi áskoðari, ið hugdi at teimum ræðuleikum, ið teir ráðandi framdu móti fólkinum. Hin kristna trúgvin er ikki líkasæla við kor og umstøður fólksins, og hon eigur at tala at, tá ið menniskju vera illa viðfarin vegna teirra samleika ella sjónarmið innan trúgv og lívsáskoðan.

Øll menniskju hava óendaligt virði, og eingin hevur rætt at traðka á ein annan, ei heldur at happa ella fara harðliga fram til likams ella sálar. Vit eru skapt í Guðs mynd og elskað av honum við einum ævigum kærleika. Er tað neyðugt, eigur kristnin at vera í Guðs stað og átala skeivleikar, ið beinleiðis niðurskriva mannvirði hjá øðrum.

Tað var júst hetta, ið Dietrich Bonhoeffer gjørdi. Tað kostaði honum tort og sviða, tað kostaði honum frælsið, og hann var tikin av døgum í týningarleguni Flossenburg stutt fyri krígslok.

Í adventini 1943 skrivar hann til vinmannin Bethge um tey komandi jólini, um tað møguliga fer at eydnast teimum at hittast ella ikki. Hann sigur millum annað:

“Eg ynski, at tað fer at eydnast tær at bera nakað av hesi gleði til hermenninar, sum tú ert saman við í adventini, svá tú so mangan áður hevur gjørt millum brøðurnar. Tí ikki einans óttin og angistin smittar, sum vit verða mint á við hvørt luftálop. Tað gera friðurin og gleðin eisini, sum vit møta teimum við, ið koma á okkara lívsleið.

Ja, eg trúgvi, at tann størsti myndugleikin verður staðfestur, tá ið menniskju hava ein slíkan hugburð, – at vit ikki einans hyggja at, men eru sonn og líkatil. Menniskju søkja ein róligan pól og innrætta seg eftir honum. Hvørgin okkara hevur ovurstórt dirvi, men tað hevur einki at gera við hjartað, ið verður styrkt av náðini.”

Sipað verður til Hebrearabrævið, har skrivað stendur: “Latið tykkum ikki villa av ymisligum og fremmandum lærdómum! Tí at tað er gott, at hjartað verður styrkt við náði og ikki við mati, sum ikki hevur verið teimum at nøkrum gagni, sum fingust við hann.” (13,9).

Jú, friðurin og gleðin hava eina smittandi styrki, sum eru berandi súlur í kirkjuni og harvið í samfelagnum. Friðurin í Guði og gleðin í Jesusi.

Gleðin er ein orka, ið ávirkar menniskju og gevur teim lívsmót. Gleðin er altíð vinnandi og fremur tað góða, hóast umstøður eru, har tað er hóskiligt, at gleðin hevur stillan og róligan framburð. “Gleði tykkum í Harranum altíð!” – sigur ápostulin.

Talan er als ikki um barnsligar sálir og fólk við minni vitan. Talan er heldur um eina lívsfatan, har lívið og menniskjan eru størri enn tímiligur ágóði. Vit síggja hesa innaru styrkina hjá teimum menniskjum, ið nýta sína tíð og síni evni í manngóðum verki runt um í heiminum, tá ið kríggj, heimsótt ella vanlukkur raka.

Vit síggja hesa styrkina í friðartíð heima hjá okkum sjálvum, har fólk nýta sína tíð í manngóðum verki á festivalum og stevnum. Ikki minst kemur tann kristna og sosiala umsorganin til sjóndar, tá ið familjur ella húski vera rakt av sjúku ella deyða.

Tað finst ein friður, ið er størri og djúpari enn alt annað. Friðurin í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara skapar ein heim av ró og trivnaði, hóast umstøðurnar viðhvørt eru órógvandi. Talan er um ein innara frið, ein frið í hjartanum, sum gerst sjónligur í umhvørvinum og hevur smittandi ávirkan.

Tað er søguliga staðfest, at kristnin viðhvørt valdi ta løttu loysnina, einans at hugsa um seg og síni.

Viðhvørt fóru vit inneftir, inn í okkara egna hjartað við Guði, og har var hann vardur so væl, at trúgvin følnaði burtur. Trúnni tørvar fríska luft, rørslur aftur og fram, avbjóðingar og uppgávur. Kristnin er ætlað at tilbiðja Guð í bøn og lovsangi, samstundis sum trúgvin skal tæna menniskjum og samfelagnum.

Tað er eisini prógvað í søgu og nútíð, at hin kristna trúgvin bygdi eitt burðardygt land og menti vælferðarsamfelagið. Hin kristna trúgvin og gomul kristin siðvenja menti okkara land og okkara ríkið við virðum, sum fingu løgfrøðiligan dám sum rættindi og skyldur hins einstaka í samfelagnum.

Tey kristnu virðini síggjast aftur í Dannebrog og Merkinum, har krossurin er ristur inn í dúkin, sum er okkara samleiki sum land, tjóð og ríki. Eitt land er ríkari, um vit kenna og virða søguna, ið skal verða søgd og viðgjørd við umhugsni. Tað neiliga og darvandi kann verða staðfest og síðan sáldað burtur, so ikki somu misgerðir verða framdar.

Tað gagnliga og mennandi eigur at vera lívgað og varðveitt og síðan givið víðari til ókomnar ættir.

Í hesum verki hevur kirkjan ein leiklut, og hon eigur fram um alt at røkja sítt egna málsøki. Kirkjunnar leiklutur er at boða boðskapin um frelsaran Jesus, so menniskju frígjørd í navni hansara kunnu tæna hvør øðrum og samfelagnum.

At vera frígjørdur er eitt orð, ið hóskar til nútíðina, hóast alt fleiri bindingar og avmarkingar eru komnar tey seinnu árini, – forboð ímóti kristnum ímyndum t. d. krossinum og forboð móti muslimskum klæðum.

Tað verðsliga samfelagið hevur gloymt, at frælsið krevur eitt hugsjónarligt festi. Annars eru fortreytirnar eins skiftandi og vindurin blæsur. Einans við at kenna okkum sjálv, hava vit førleikan at skilja og góðtaka onnur. Trongskygni er mangan tvørrandi sjálvsfatan.

At vera frígjørdur krevur skipaði viðurskifti, so frælsið hins einstaka ikki skaðar onnur menniskju ella fjøld av fólki. Í einum samfelag, ið byggir á fólkaræði og kristin virðir, er frælsi við ábyrgd niðurstøðan. Frælsi at hugsa, trúgva og virka. Frælsi at tala, skriva og skapa. Frælsi at finna seg sjálvan og geva øðrum tann sama møguleikan.

Hin kristna trúgvin er bundin at Jesusi, og eisini her er frælsi við ábyrgd. Vit skulu elska Guð og næstan. Júst hesi akker ella festi halda frælsi hins einstaka á røttum stað. Frælsur er tann, sum sonurin setur í frælsi.

Frælsi í Jesusi Kristi fær gleðina at vella fram og trívast. Kristnin skal boða hesa gleði. Fram um alt skulu vit liva glað og væl nøgd í tí verðsliga samfelagnum, tí eisini gleðin í Kristi smittar. Heimurin skal síggja og merkja gleðina, søkja hana og finna hana.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilaga anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir. Amen.

Lad os alle bede:
Vor, Fader, du, som er i Himlene! Helliget vorde dit navn, komme dit rige iblandt os.

Lad os som folk og land stå sammen i gensidig respekt og spejle Jesu kærlighed til den enkelte i kirke og samfund.

Hold din beskærmende hånd over Færøerne i al sin indbyrdes forskellighed og historiske samhørighed, Færøerne, Grønland og Danmark.

Velsign og bevar Hendes Majestæt Dronning Margrethe den Anden, Hans Kongelige højhed Kronprinsen, Hendes kongelige Højhed Kronprinsessen, Kronprinsfamilien og hele det kongelige hus.

Velsign og bevar Føroya Løgting, Landstýrið og de lokale myndigheder på Færøerne. Velsign og bevar vores lagmand i det offentlige rum og i den hjemlige sfære sammen med hustru, børn og den øvrige familje.

Jesus, højlovet være dit navn, du, som er iblandt os. Amen. 

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo