Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Krutl

Tað er kanska ikki so løgi, at heimsins máttmiklasti maður er frammarliga í huganum hjá okkum, ikki minst nú tað hevur ljóðað, at løgmaður skal hitta amerikanska forsetan, tá hesin fer at vitja Danmark í næsta mánaða.

Men tað ber eisini til at hitta mannin í føroysku fjøllunum, í øllum førum um tú brúkar eitt sindur av hugflogi. Her sæst ein forsteinað útgáva av forsetanum sitandi við Ørvisfelli.

Trumpurin var fámæltur, men vónaði at kunna fáa íblástur til ætlaða Mexicomúrin við at eygleiða føroyskar bøndur, sigur lesarin, sum gongur nógv í føroysku fjøllunum, og sum hevur sent okkum myndina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo