Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Politikkur

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skal gjalda 2 milliónir dollarar, tað sama sum 13,5 milliónir krónur, fyri at hava brúkt pengar úr sínum vælgerandi grunni, Trump Foundation, til valstríðið í 2016.

Tað er kamaradvokaturin í New York sum hevur stevnt Donald Trump fyri at misbrúka pengarnar, og tað er hetta sakarmálið sum úrskurður nú er gjørdur í.

Rætturin gjørdi eisini av at taka grunnin av og lata øðrum líknandi grunnum fæið.

Á Twitter gevur Donald Trump ilt av sær og sigur, at dómurin er politiskt motiveraður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo