Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Trump heldur, politikararnir í New York eru farnir illa við sær, sjálvt um hann hevur goldið milliónir í skatti, men guvernørurin í New York hevur aðra útlegging, skrivar danska TV 2.

Donald Trump hevur inntil nú havt sína adressu í eini íbúð á 721 Fifth Avenue í Trump Tower í New York City.

Forsetin sigur, at hóast hann hvørt ár hevur goldið milliónir av dollarum í skatti, so er hann illa viðfarin av politikarunum í býnum og statinum, skrivar Trump á Twitter.

Guvernørurin í New York, Andrew Cuomo, hevur svarað, skrivar NBC News.

- Góða eydnu. Trump rindar kortini ikki skatt her. Ger so væl, Florida, skrivar Cuomo í einum tíðindaskrivi sambært TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo