Best er manni at biðja, tá hann er sjálvbjargin
- Føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Landsvegurin við Skipanes er opin aftur eftir eitt ferðsluóhapp norðanfyri bygdina fyrr í kvøld sum gjørdi, at vegurin var stongdur í eina góða løtu.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at tvey ella trý fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið til viðgerðar ella nærri kanningar. Ein av persónunum sat fastkleimdur í bilinum, og tað tók eina løtu at fáa viðkomandi kliptan leysan.

Eftir øllum at døma er ikki talan um so álvarsligan persónsskaða, sum av fyrstan tíð hildið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo