Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Skyldmaður mín Zakarias Wang dámar væl at skriva førisku søguna og tað ger hann loysingarmonnum ofta so líkt við manipulatiónum og villleiðingum, sum seta loysingarvongin í eitt ikki uppiborið gott ljós.

So er tillfellið eisini nú, hann er farin at sammeta ensku og førisku samfeløgini sum rættarsamfeløg.

Í so stuttum broti sum hesum, har hann sigur, at ”…tá løgting okkara í 1946 vildi loysa frá Danmark av tí at danska stjórnin hevði skrivað út fólkaatkvøðu, og vit tóku undir við at loysa…” nær hann at siga ikki færri enn trý ósannindir:

⦁    Løgtingið vildi hvørki loysa ella góðtaka stjórnaruppskotið og kundi heldur ikki semjast um nakra aðra loysn,

⦁    danska stjórnin hevði ikki útskrivað fólkaatkvøðu, men tað gjørdi løgtingið 10. mai 1946 og

⦁    vit tóku ikki undir við at loysa.

Sjálvur skrivar Zakarias á baksíðuni á bók síni Fólkaatkvøðan 14. september 1946, at ”…hesum tilboði fekst ikki meiriluti fyri á tingi og 10. mai 1946 samtykti tingið at lata fólkið tala…” (sic!). Hevur hann gloymt, tað hann sjálvur hevur skrivað??

Vit tóku ikki undir við at loysa. Úrslitið av fólkaatkvøðuni (í heilum tølum) var 32% fyri stjórnaruppskotinum, 33% fyri loysing, 32% atkvøddu ikki og 3% av atkvøðunum vóru ógyldugar.

Tað var hvørki absolutt, kvalifiserað, vanligt ella simpult fleirtal fyri loysingini. Tað var bert ein minniluti fyri loysing, umenn hesin minniluti var 1 % størri enn minnilutin fyri stjórnaruppskotinum. Hetta er tann nakni veruleikin.

Ráðini frá danska forsætisráðharranum, sum hann fekk úr Føroyum, at biðja kong senda løgtingið til hús og útskriva nýval, vísti seg at verða tað einasta rætta. Tað bleiv eisini góðtikið av øllum løgtingsmonnum uttan einum og úrslitið vísti eisini, at føringar ynsktu ikki loysing.

Tað munnu ikki verða nógvir føringar, sum halda at Ongland er ein betri rættarstatur enn Føroyar. So seint sum fyri góðum 20 árum síðan læt Ongland Kina Hong Kong uttan at hong-kong-búgvar vóru eftirspurdir.

Heldur Zakarias, at Mette Frederiksen hevði latið Trumpi Føroyar uttan at spyrja okkum eftir?

Johan Petersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo