Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Havið er eitt vandamikið arbeiðspláss. Tí er títtleikarnir av skaðatilburðum nógvir í mun til fleiri onnur størv.

Fiskimannafelagið hevur vent sær til fleiri tryggingafeløg, fyri at vita, um tað ber til at fáa eina trygging, sum kann veita eina nøktaða upphædd við skaða.

Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí frá tí eina tryggingarfelagnum fingu vit at vita, at hvør fiskimaður skuldi rinda upp til 20 ferðir meira enn fólk flest.

Tí kann verða sera trupult at fáa eina trygging, sum bæði kann tryggja ein fíggjarliga við skaða í framtíðini, umframt at viðkomandi kann hava ráð til eina slíka trygging.

Tí er mín støða púra greið, tað skal vera arbeiðsgevarin, sum rindar fyri tryggingina hjá manningini.

Tað vil siga, at tann tryggingin, ið arbeiðsgevarin við lóg hevur, má uppraðfestast soleiðis, at upphæddin tann skaddi/sjúki fær er til at liva gott fyri.

Tað er arbeiðsgevarin, ið hevur ábyrgd av sínum starvsfólki.

Tí er tað eisini arbeiðsgevarin (reiðarin), sum hevur ábyrdina, tá onkur fær skaða.

Jan Højgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo