Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Politikkur

Tjóðveldi: - Tað skal vera gott at vera barn í Føroyum. Og tað skal vera gott at vera námsfrøðingur, sigur Turið, sum fyrst og fremst ætlar at seta dagstovnaøkið og korini hjá børnum og ungum á politiska breddan.

- Eg vil sláa eitt slag fyri námsfrøðini. Og fyrsta stigið er, at vit fáa ásett eitt minstamark fyri normering fyri hvørt barnið á dagstovnaøkinum, og at vit fáa sett inn í dagstovnalógina, at leiðsla ikki er partur av normeringini á stovnunum, sigur Turið Horn og vísir á, at tíðin er komin at handla.

- Nú er nokk tosað um karmar og visiónir – nú skulu vit tosa OG raðfesta tey, sum gera og skipa innihaldið á hesum stovnum, og tey, sum arbeiða á námsfrøðiliga økinum. Vit mugu hava eitt minstamark ásett við lóg, sigur Turið Horn.

Hon hevur sjálv drúgvar royndir innan dagstovnaøkið. Hon er útbúgvin námsfrøðingur og familjuráðgevi, og hon hevur starvast sum dagstovnaleiðari í 17 ár, við einum steðgi á 3 ár, har hon arbeiddi við ungum sálarsjúkum.  Umframt tað er hon í dag býráðspolitikari í Havn og umsitir hon málsøkini náttúra og umhvørvi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo