Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde
local.fo

News in English

Bøkur

Ingun Christensen hevur nú skrivað fýra bøkur við støði í kvinnusøgu okkara. Tá ið Ingun fer til verka, so tryggjar hon sær, at so nógv keldutilfar sum gjørligt verður kannað, og so setir hon seg at skriva og gandar fram søgur um kvinnur í gamlari tíð. Hóast hetta eru skaldsøgur, so verða tær grundaðar á bæði søguligt keldutilfar, sagnir og fólkatrúgv. Hetta ger søgurnar spennandi at lesa hjá nútímans børnum og ungum.

“Húsfrúgvin í Húsavík” snýr seg um Guðruna, ið er dóttir ein ríkan handilsmann úr Bergen og verður gift við einum føroyskum bónda. Guðrun er øðrvísi og illa lýdd á garðinum í Húsavík. Í “Løgmansdóttrini á Steig” verður Elin Katrina noydd at flýggja og krógva seg fyri skiparanum á einum fransaskipi, ið vil hava hana til konu. Í báðum førum eru tvídráttir millum hjarta, vilja og skil, spenningur og ein fangandi søga.

Í 2017 kom skaldsøgan “Annika í Dímun” út, í 2018 kom “Katrin í Toftum”. Tær báðar nýggjastu hevur Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim hegnisliga myndprýtt. Bøkurnar eru ávikavist 90 og 83 bls. og innbundnar í bleyta permu.

Tað eru Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám, ið standa fyri útgávunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo