Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Tiltøk

Sunnudagin 23. juni hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór tvær konsertir. Klokkan 16:00 í Vestmanna kirkju og klokkan 19:30 í Gøtu Kirkja.

konsertini fer kórið at framføra eina fjølbroytta- og krevjandi skrá, sum fevna um alt frá flottum Afrikanskum spirituals til dupultkór eftir Johannes Brahms.

Kórið hevur havt eitt sera virki vár, og eisini fingið fleiri heiðurslønir hetta várið, m.a. á føroyska kórfestivalinum í Løkshøll.

Konsertirnar eru ein týðandi liður í fyrireikingini hjá kórinum til luttøku á stóra týska Johannes Brahms kórfestivalinum, í Týsklandi, har kórið fer at luttaka í 3 ymiskum kategorium í døgunum 2. - 8. juli 2019.

Báðar konsertirnar eru ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum. Kórið vónar at nógv vilja deila løturnar saman við okkum.

Aftaná konsertina í Gøtu kirkju verður bjóðað til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo