Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Vinna

Jonhard Hammer er aftur stjóri í Miðlahúsinum. Hann er stjóri saman við Eiriki Lindenskov, sum eisini er ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum og in.fo.

Ávís tvístøða hevur verið um framtíðarætlanirnar, men nú er nýggj ætlan løgd, sum báðir partar taka undir við, og tí fara báðir stjórarnir eisini frameftir at mynda felagið.

Tað er Sp/F Sosialurin, sum rekur alt virksemið í Miðlahúsinum, sum er útgáva av Sosialinum og in.fo.

Felagið eigur eisini partar í Prentmiðstøðini og útvarðsrásini FM1.

Eirikur Lindenskov, stjóri

Jonhard Hammer, stjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo