Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Tvey føroysk lið spæla í kvøld á heimavølli í evropeiskum høpi.

HB tekur ímóti finska HJK Helsinki á ovara vølli í Gundadali, meðan KÍ fær vitjan av litaviska FK Riteriai á Svangaskarði.

Hjá HB er talan um seinna dystin í 1. umfari í kvalifikatiónini til Champions League.

Sigast má, at HB hevur eina sanna mótbrekku fyri framman, tí fyrri dysturin í Helsinki fyri einari viku síðan endaði nevniliga við einum 3-0 ósigri.

Sostatt skal HB fremja eitt ordans bragd, um felagið skal leika seg víðari í kappingini. 

Men "mountains are there to be climbed," sum ein kendur maður segði einaferð.

KÍ, hafturímóti, hevur eitt sindur betri útgangsstøði, eftir at liðið í fyrra dystinum í Vilnius í síðstu viku leikti javnt 1-1.

Hjá KÍ er talan um dyst í 1. umfari í kvalifikatiónini til Europa League.

Dysturin hjá KÍ byrjar kl. 18, meðan tann hjá HB byrjar kl. 19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo