Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

Stroyming av fótbóltsdystum og øðrum ítróttakappingum á internetinum hevur verið vælumtókt, men ikki lóglig. Men nú sær út til at Twitter, á lógligan hátt, ætlar sær at leggja seg eftir slíkari stroyming.

Sosiali miðla-plattformurin ætlar sær nevniliga at vísa stórar ítróttakappingar fyri sínum brúkarum, og verður sent live á Twitter.

Hetta merkir til dømis at Liverpool og Manchester United-fjeppar um ikki so langa tíð fara at kunna sita á Twitter og kjakast, samtíðis sum dysturin millum liðini bæði verður vístur.

Sjálv stroymingin var testað í eini betaversjón undir Wimbledon-kappingini í tennis í summar.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo